400 ár síðan kyndilsmessuódnina

Kyndilsmessuódnin í 1607

Kyndilsmessa er 2. februar, og í ár eru 400 ár liðin síðan tiltiknu kyndilsmessuódnina í Føroyum í 1607 tá t.d. 50 bátar gingu burtur, fiskimið oyddust, Kirkjubøhólmur skrædnaði frá landi, sandurin í Saksun syftist til Leynar og sundið inn í pollin í Saksun fyltist við sandi, soleiðis at skip ikki longur kundu sigla inn har at kroka.
Ódnin gjørdi eisini stóran skaða aðrastaðni eitt nú í Onglandi.