400 persónar skrásett seg á arbeiðsportali

Búskaparliga afturgongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur á vitjunartølunum hjá einasta privata arbeiðsportalinum Arbeidi.fo, sum nú hevur 400 skrásettar brúkarar Hóast eingi almenn tøl enn skjalprógva, at arbeiðsloysið í Føroyum er vaksandi, so bendir kortini nógv á, at tíðin við metlágum arbeiðsloysi er um at halla. Ein tíðilig ábending um hetta sæst aftur í vitjanartølunum hjá føroyska arbeiðsportalinum Arbeidi.fo, sum eru í stórum vøkstri.

Fólkini aftanfyri portalin siga, at gvønn dag brúka á leið hálvtannaðhundrað fólk arbeidi.fo, og higartil í november mánaði hava 130 nýggir brúkarar skrásett seg og lagt sítt CV á portalin. Hetta er met síðan heimasíðan fór í luftina 3. juli í ár.

Størsti parturin av teimum, ið brúka nýggja arbeiðsportalin, eru búsitandi í Føroyum, men umleið ein fimtingur av skrásettu brúkarunum eru búsitandi í Danmark. Seinastu tveir mánaðirnar hava eisni nógvir íslendingar skrásett seg á Arbeidi.fo.

Einki krav er um, at brúkarar skulu hava føroyskt P-tal fyri at skráseta seg á Arbeidi.fo, og sostatt hava útlendingar javnbjóðis møguleika at bjóða seg framfyri føroyskum arbeiðsgevarum umvegis CV grunnin á Arbeidi.fo, siga stigtakaranir.

Tey, ið leita sær eftir starvsmøguleikum á Arbeidi.fo eru javnt býtt um alt landið, og býtið millum kynini er eisni rættiliga javnt. 56 prosent av brúkarunum eru menn og 44 eru kvinnur.

Tey 274 størvini, sum higartil hava verið lýst á Arbeidi.fo, eru hinvegin rættiliga ójavnt býtt. Heili 211 av størvunum vóru í høvuðsstaðarøkinum. Til samanberingar hava bert 11 størv í Suðuroynni og 7 størv í Norðoyggjum verið lýst leys á Arbeidi.fo síðan í summar.