400 listarverk hjá Picasso stolin frá fosturdóttrini

Fosturdóttir Picasso skuldsetir ein fyrrverandi urtagarðsmann fyri at hava stolið meir enn 400 listarverk eftir fosturpápan frá henni.

Catherine Hutin-Blay meldaði fyrstu ferð stuldurin í 2011, tá ein Picasso-mynd hjá henni varð seld á uppboðssølu. Picasso-umsitingini, sum millum annað umsitur rættindini, boðaði frá søluni og bað hana kanna goymsluna, skrivar Huffington Post sambært TV2.

Tá gjørdist hon var við, at stórt tal av litografium, skitsum og pappírarbeiði, sum verður virðismett fyri út ímóti 15 millliónir krónur, var horvið.

Løgreglan hevur síðan kannað málið og funnið fram til, at fleiri verk eftir Picasso eisini eru stolin úr øðrum húsum í grannalagnum - har Aime Maeght, dóttir listarsølumannin hjá Picasso, býr.

Út ímóti 600 verk eru stolin úr teimum báðum húsunum millum 2005 og 2007, metir løgreglan. Bara 22 myndir eru afturfunnar seinastu tvey árini.

Catherine Hutin-Blay hevur havt illgruna til fleiri fólk, men endaði við at illteinkja mannin, sum røkti garðin og gjørdi annað fyrifallandi arbeiði fyri hana, hevur hon greitt blaðnum Le Parisien frá. Hon veit tó einki um, hvussu tann skuldsetti hevur borið seg at við at stjala so mong av virðismiklu verkunum.

(Mynd: Scanpix)