Ein ungur drongur, sum myndugleikarnir í Pakistan skuldseta fyri at hava havt samband við yvirgangsmenn, sigur, at millum 350 og 400 menn eru í venjingarlegum. Í legunum fáa menn og ungir dreingir venjing í at virka sum sjálvmorðsbumbumenn.
Umar Fidayee, sum er 14 ára gamal, liggur á einum sjúkrahúsi, tí hann fekk skaða, tá hann sprongdi eina hondbumbu tann 4. apríl. Spreingingin kostaði umleið 50 fólkum lívið og er tann ringasta í Pakistan síðani november í fjør.
Drongurin hevði eisini eitt bumbubelti um miðjuna, men tað eydnaðist løgregluni at taka tað frá honum, áðrenn hann fekk sprongt tað.
-Tað eru millum 350 og 400 bumbumenn í venjingarlegum í Mir Ali norðuri í Waziristan. Eg var har í tveir mánaðir, og eg sá nógvar ungar dreingir har, segði Fidayee í samrøðu, sum varð send í pakistanska útvarpinum.