400 børn til 1-1-2 dag í Gundadali

Í dag er árligi 1-1-2 dagurin fyri elstu barnagarðsbørnini í Tórshavnar Kommunu.

Í dag er árligi 1-1-2 dagurin fyri elstu barnagarðsbørnini í Tórshavnar Kommunu.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Tiltakið er á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

 

Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.

 

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.

 

Tiltakið er liður í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av. Nógv er at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur. 400 børn og vaksin í Tórshavnar Kommunu eru við til 1-1-2 dagin.