Ferðavinnan stóð í 2013 fyri 7,8% av samlaða føroyska útflutninginum fyri vørur og tænastur
Hóast talið av ársverkum enn ikki fullfíggjað enn í yvirlitinum hjá Visit Faroe Islands, so vísir Hagstovan á 331 ársverk í 2013 samanborið við 276 í 2011. Tá eru bert flutningsfeløg, ferðaskrivstovur, gistingar og hotellvirksemi roknað við. Tað vil siga, at millum annað matstovur, upplivingarveitarar og ferðaleiðarar enn ikki eru roknað uppí.
Metingin er, at samlaða talið liggur millum 400-500 ársverk fyri ta innkomandi ferðavinnuna.
Umsetningurin frá ferðavinnuni er sammett við BTÚ prosentuelt vaksandi. Úr 3,4% í 2011 upp í 4% í 2013. Um hugt verður eftir virðisøkingini heldur enn umsetninginum, sum Hagstovan mælir til er skilabest at gera, so vaks virðisøkingin úr 175 mió. kr í 2011 upp í 226 mió. kr í 2013. Sostatt stóð virðisøkingin í ferðavinnuni fyri 1,4% av BTÚ í 2011 og 1,6% í 2013.
Ferðavinnan stóð í 2013 fyri 7,8% av samlaða føroyska útflutninginum fyri vørur og tænastur. Hetta kann sammetast við 6,8% í 2011.
Um bert verður hugt eftir tænastu útflutninginum, stóð ferðavinnan fyri 42,8% í 2013. Hetta kann sammetast við 38,6% í 2011.










