Rakettálopið á mál í og uttan fyri Bagdad gjáranáttina var ikki eitt veruligt álop á Irak, men heldur ein amerikansk roynd at beina fyri irakska leiðaranum, Saddam Hussein.
Sambært blaðnum Washington Post hevði stjórin í fregnartænastuni CIA, George Tenet, ein fund við george W. Bush, forseta fyrrakvøldið, og har greiddi hann forsetanum frá, at CIA visti, hvar Saddam Hussein var staddur hetta kvøldið. Hetta vátta keldur í Hvítu Húsunum eisini fyri blaðnum.
- Vit vita, hvar Saddam er staddur júst nú, og vit vita eisini, hvar hann verður teir næstu tímarnar, skal George Tenet hava sagt á fundinum við forsetan.
Upplýsingarnar hjá CIA kundu, vóru tær rættar, havt við sær, at irakski leiðarin kundi fallið longu í tí fyrsta álopinum, og á tann hátt vónaði Bush at enda kríggið, longu áðrenn tað var byrjað, skrivar blaðið.
Sambært keldunum var Saddam Hussein fyrrakvøldið í einum av húsum sínum beint uttan fyri Bagdad, og tað var orsøkin til, at amerikansk herskip og kavbátar skutu ikki færri enn 40 Tomahawk-rakettir eftir málum nærhendis irakska høvuðsstaðnum.
Men Saddam Hussein varð ikki raktur. Gjáramorgunin kom hann á skíggjan hjá irakska sjónvarpinum og bað allar muslimar fara í heilagt kríggj ímóti USA fyri at hevna álopið á Irak.
Sambært Washington Post skal CIA-stjórin hava sagt George W. Bush, forseta, at hetta var helst seinasti møguleikin hjá CIA at siga, hvar irakski forsetin er staddur. Tá tann fyrsta rakettin er brostin, verður tað ógjørligt at siga, hvar hann er, skal George Tenet hava sagt við Bush.