Heri er 64 ára gamal og leirvíkingur. Hann tók lærararaprógv á Føroya Læraraskúla í 1964. Eftir tað var hann skúlalærari í Leirvík til 1966, tá hann fekk starv á Føroya Spesialskúla.
Spesialskúlin var tá við Skansavegin. Fyrst í 70-unum húsaðist skúlin í trimum ymiskum støðum í býnum til 1976, tá flutt varð í nýggjan skúla, Skúlan á Trøðni.
Heri var á ársskeiði í Danmark í 1966/67, har hann fekk sær útbúgving í at undirvísa blindum, men í sínum starvi hevur hann mest undirvíst hálvvaksnum, sum hava innlæringstrupulleikar.
Í 1979/80 var hann á ársskeiði á Fróðskaparsetrinum í føroyskum og norðurlendskum máli fyri lærarar og tók exam-art prógv í føroyskum og norðurlendskum máli og bókmentum í 1984. Frá 1993-94 stóð hann fyri blindastovninum.
Heri er virkin innan Heimamissiónina í Føroyum og var formaður frá 1994-98. Í meira enn 30 ár hevur hann verið urguleikari í Argja kirkju. Hann sat í bygdaráðnum á Argjum frá 1988-96, tey seinastu tvey árini sum formaður.
Annars hevur Heri sum frítíðarítriv at ganga fjalltúrar, sum hann ger hvørja viku, at flota við bátinum Haghamri og røkta urtagarðin.
Foreldrini hjá Hera vóru: Maria, f. Samuelsen, úr Leirvík, og Jóhan Jákup Tróndheim, ættaður úr Norðragøtu.
Heri er giftur Rigmor, f. Hansen, av Argjum. Tey eiga børnini: Jónheðin, sum býr á Argjum, Oddur, sum býr í Sørvad (DK), Vónbjørt, sum býr í Havn, og tvíburarnar Maritu, um býr í Brønderslev (DK) og Jens Michal, sum býr í Havn. Barnabørnini eru seks í tali, ein abbasonur og fimm abbadøtur.