Ruborg er eitt kent andlit frá bankanum á Flogvøllinum, har hon arbeiddi í
meira enn 39 ár. Hon var sett í starv tann 1. desember 1965, stutt eftir at
Føroyaflúgvingin var byrjað miðskeiðis í 60-unum.
Síðan bankin á Flogvøllinum lat aftur 1. februar 2005, hevur Ruborg arbeitt
í Føroya Banka í Sørvági. Hetta er fyrstu ferð, at hon hevur fastar
arbeiðstíðir.
Arbeiðið í bankanum á Flogvøllinum hevði við sær at Ruborg hevði ógvuliga skiftandi arbeiðstíðir. Hon mátti alla tíðina laga arbeiðstíðina eftir,
hvussu flogførini komu og fóru. Arbeiðið var tað einasta av sínum slagi í landinum. Tað var fjølbroytt, og har hitti hon nógv ymisk ferðafólk.
Hon trívist framvegis sera væl í bankanum.
Ruborg er ættað úr Sørvági, dóttir Jenny og Henry Davidsen, fyrrverandi
bussførara. Mamman doyði í 1962, bert 42 ára gomul, og Ruborg, ið var elst av systkjunum, var sum ein mamma fyri síni yngru systkin. Hon hevur altíð verið røsk, arbeiðssom og sera nærløgd í øllum tí, hon tekst
við. Í síni frítíð spælir Ruborg bridge og svimur. Eisini hevur ymisk handalig ítriv.
Ruborg var gift Joen Hendrik Zachariassen, sum eisini var ættaður úr
Sørvági. Hann andaðist fyri góðum fýra árum síðan, 64 ára gamal. Tey fingu trý børn. Jens Erik, Maria Eyð og Henry. Synirnir búgva báðir í Sørvági, meðan dótturin býr í Miðvági. Ommubørnini eru 12 í tali.