Hallgrím er skálamaður. Hann er føddur 10. juli í 1945, sonur Elsebeth Marie, f. Weihe, og Petur Rasmus Johannesen, bæði av Skála.
Eftir at Hallgrím tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969, arbeiddi hann sum lærari við Argja skúla í eitt ár, til hann fekk starv við Skála skúla í 1970.
Umframt sítt starv sum lærari hevur hann í mong ár verið virkin innan kirkjuna á Skála, bæði sum kirkjuráðslimur og sum deknur.
Hallgrím er giftur við Juliu, f. Fonsdal, úr Vestmanna.