40 ár sum havnarmeistari

1. apríl 2006 hevði Jákup Lamhauge 40 ára starvsdag sum havnarmeistari við Runavíkar havn. Í hesum sambandi skipaði Runavíkar kommuna fyri móttøku fríggjadagin 31. mars har fitt av fólki nýtti høvi til at heilsa upp á Jákup

Rodmundur Nielsen, borgarstjóri segði nøkur orð. Hann segði m.a., at Jákup Lamhauge hevur aktivur í politikki í mong ár, hann var býráðslimur í 24 ár, harav 8 ár sum býráðsformaður frá 1993  2000, og var tað eitt tíðarskeið har flestu kommunur í Føroyum høvdu tað trupult fíggjarliga. Jákup megnaði at stýra kommununi hegnisliga gjøgnum hesi truplu árini, ja Rodmundur helt, at eingin hevði klára hetta betur enn Jákup.
 
Jákup var í tvey ár formaður í Kommunusamskipan Føroya, frá 1999-2000. Hann varð valdur í nevndina hjá Samhald í Eysturoynni í 1969 og sat út í eitt til 1990 og so aftur í 2002 har hann eisini var eitt skifti. Hann hevur eisini sitið í landsnevndini hjá Sambandsflokkinum í nógv ár. Eisini var hann tinglimur hjá Sambandsflokkinum (1989-1990), sum  varamaður fyri Jógvan Ingvard Olsen, meðan hann var landsstýrismaður og eisini verið varamaður í fleiri styttir tíðarskeið.
 
Jákup hevur altíð verið NSÍ´ari um ein háls. Hann hevur sitið í nevndini hjá NSÍ og eisini í starvsnevndini. Tað var í tíðini, tá NSÍ bæði hevði fótbólt, hondbólt og kappróður, og var tað kanska kappróðurin, ið hevði hansara størsta áhuga tá. Hann er framvegis at síggja á bakkanum í Runavík á hvørjum heimadysti hjá NSÍ. 
 
Jákup fekk handað heiðursmerki frá Margrethu Drotning í silvuri fyri trúgva tænastu og var tað Kaj Leo Johannesen, formaður í sambandsflokkinum, ið handaði Jákupi heiðursmerkið, og segði hann eisini nøkur orð.
 
Eliesar Kastalag, byggifrøðingur hjá Runavíkar kommunu og Kári P. Højgaard, býráðslimur søgdu einini nøkur orð. Meinhard Bjartalíð spældi nøkur klaverstykki og Marita Joensen og Johnny Hansen sungu.
 
Í frítíðini fæst Jákup við seyð og hevur hann eisini verið røktingarmaður í Lamba í meira enn 30 ár, eisini hevur hann bát.