40 ár síðani Watergate

Seinastu nátt vóru 40 ár síðani tað søguliga innbrotið í Watergate-bygningin í Washington. Innbrotið var byrjanin til eitt tað mest umrødda málið á politisku søguni í USA og elvdi millum annað til, at Richard Nixon segði seg úr forsetaembætinum tvey ár seinni.

Hetta var fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti hevði sagt seg úr embætinum. Nixon slapp undan fongsulsdómi, men 43 onnur fólk vórðu dømd.

Tað vóru tveir ungir blaðmenn hjá blaðnum Washington Post, Carl Bernstein og Bob Woodward (myndin), sum avdúkaðu, at Nixon og hansara menn stóðu aftan fyri innbrotið.