40 ár síðani My Mai

Í gjár vóru 40 ár liðin, síðani ein amerikonsk herdeild myrdi meiri enn 500 menn, kvinnur og børn í vietnamesisku bygdini My Lai

Herdeilidn hevði fingið at vita, at bara limir í uppreistrarrørsluni Vietcong vóru í bygdini, men so var ikki.

 

Av tilvild kom ein amerikonsk rannsóknartyrla framvið. Teir tríggir menninir í tyrluni sóu, hvat var á vási. Teir gjørdu av at seta tyrluna ímillum anerikonsku hermenninar og bygdarfólkið, og meðan tveir av manningini vendu sínumm maskinbyrsum ímóti sínum landsmonnum, eydnaðist tað tyrluskiparanum at fáa ovastan hjá herdeildini at steðga álopinum.

 

Ovastin fyri deildini, sum leyp á My Lai, loytnanturin William Calley, varð í 1971 dømdur lívlangt fongsul fyri hópdrápið. Richard Nixon, forseti, broytti dómin til 20 ára fongsul, men William Calley varð latin leysur trý ár seinni.