Serliga ein teirra kenna vit væl í dag, tí hann hevur havt nógvar útgávur seinastu 40 árini, og frá honum koma uttan iva fleiri. Tað er Terji Rasmussen.
Teir vóru fýra, sum góvu plátuna út: Óli Hans Andreasen, sáli, Jónleif Müller, Hans Andreas Højgaard og Terji Rasmussen.
– Vit vóru bara 14 og 15 ára gamlir, skrivar Terji Rasmussen, sum á Facebook viðmerkir 40 ára skeiðs sítt í tónleikinum
Gestatónleikarar hjá teimum vóru Jóhan Petur Andreasen og Jógvan Bjørk.
– Tað var Páll Arge, sum gav okkum møguleikan at fara í studio hjá Milsoni. Takk skal hann hava fyri tað. Saknur er í Páll í føroyska tónleikaumhvørvinum, sigur Terji Rasmussen.