Á Sosialinum hendi tað, at blaðið var farið til prentingar, tá teir frættu tíðindini. Ein av prentarunum ringdi til Jákup Lindenskov, sum plagdi at vera við til at skriva blaðið. Jákup skrivaði í skundi eina grein og forsíðan bleiv prentað um aftur. Teir áttu eina kliche av Kennedy, so har var eisini mynd av honum á forsíðuni. Blaðið kom tó rættstundis út dagin eftir.
Yvirskriftin á blaðnum var "John F. Kennedy forseti myrdur í gjárkvøldið". Síðan stóð m.a. at forsetin í USA, John F. Kennedy, doyði í gjárkvøldið, myrdur ev einum ókendum, og varaforsetin Lyndon B. Johnson er nú forseti í USA.
Saman við Kennedy forseta var kona hansara og guvernørurin í Texas, ið eisini var raktur av rifluskoti ókunnumanna. Kennedy var føddur í 1917 og var sostatt 46 ára gamal.