40 og 25 ára starvsdagar í Suðuroy

Týsdagin 27. februar 2018 var hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi fyri Helenu Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingi, og Mariann Joensen, sjúkrahjálpara, ið hava starvast  á  heiminum í ávikavíst 40 og 25 ár.

 

Í hesum sambandi blivu blómur og gávur handaðar, og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni, segði nøkur orð, har hon takkaði  fyri góða og trúgva tænastu.

 

Frá vinstru: Hervør Eidesgaard, deildarleiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi,  Helena Augustinussen sjúkrarøktarfrøðingur  úr Vági, Mariann Joensen heilsurøktari úr Froðba og Daimi Kjærbo eindarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy