40 milliónir eyka til almanna- og heilsumál

Tingið skal í næstu viku viðgera eitt eykajáttanaruppskot á 50 millónir frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. 40 milliónir av hesum fara til lógarbundnar útreiðslur innan almanna- og heilsumál

Almanna- og Heilsumálastýrið, Strandfaraskip landsins og Oljumálastýrið fáa meginpartin av peninginum í eykajáttanaruppskotinum, Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í næstum fer at leggja fyri tingið.

Av teimum 50 millónum krónunum, uppskotið ljóðar uppá, fara 40 milliónir krónur til Almanna- og Heilsumálastýrið. Tað mesta av hesum fer til lógarbundnar útreiðslur.

Strandfaraskip Landsins fáa 3,5 millónir á eykjáttanaruppskotinum.

Orsøkirnar til hetta eru tvær. Onnur er, at Skipasýnið hevur kravt, at Dúgvan og Tróndur økja manningartalið við tveimum monnum hvør. Talan er um GMDSS Radiooperatørar, sum Skipaeftirlitið metir vera neyðugar umborð á hesum skipum, tá uppgávurnar hjá yvirmonnunum orskað av lágum manningartali vera aðrar enn tað vanliga radiosamskiftið, um skipið kemur í neyðstøðu.

Lønin til hesar fýra menninar verður roknað at liggja um eina millión.

Hin orsøkin er, at oljuprísurin er vorðin so høgur, at tað er vorðið dýrari at reka strandfaraskipini.

Restin av eykjáttanaruppskotinum fer millum annað til asfaltering av vegi til brennisstøðina í Leirvík og til umsiting av láni hjá Realinum.

Eykajáttanaruppskotið fyri september tað fimta uppskotið, Fíggjarmálastýrið hevur langt fyri tingið í ár. Harafturat hevur tingið samtykt eitt eykajáttanaruppskot á 6,3 milliónir frá andstøðuni og trý fíggjarnevndarskjøl.