Laurent Blanc, venjari hjá franka meistaraliðnum, Paris Saint-Germain, sigur undan fjórðingsfinaluni í Champions League móti Barcelona, at um Lionel Messi skorar 40 mál í einum kappingarárið, so er tað eitt vánaligt kappingarár.
Fyrrverandi landsliðsvenjarin sigur, at Lionel Messi er so góður, at hann næstan ikki kann hava eitt gott kappingarár longur, tí hann hevur sett yvirleggjaran so høgt fyri seg sjálvan.
- Lionel Messi er ikki til at steðga. Um hann skorar 40 mál í einum kappingarári, so hevur hann havt eitt vánaligt kappingarár, sigur Laurent Blanc undan dystinum í kvøld.
Fyrrverandi miðverjin, sum bleiv heimsmeistari í 1998 við Fraklandi, leggur tó dent á, at Barcelona er meiri enn Lionel Messi.
- Tað nyttar einki bara at dekka Lionel Messi. Vit mugu hugsa um heildina, sigur Laurent Blanc.
PSG verður uttan Zlatan Ibrahimovic, sum bleiv útvístur móti Chelsea í 1/8 finaluni. Fyri Barcelona, so er Dani Alves leikbannaður.
Champions League fyrru 1/4 finalur:
PSG – Barcelona (19:45)
FC Porto – Bayern Munchen (19:45)