Nógvi vindurin hevur breitt seg longur og longur um landið og nú boðar Landsverk frá nógvum vindi so gott sum á øllum veðurstøðunum.
Á Gjáarskarði eru 40,2 m/s í hvirlunum og annars skrið, 17 til 20 m/s.
Á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum eru 38,2 m/s í hvirlunum og annars hvassur vindur, 14 til 17 m/s.
Á Høgareyni er stormur, 21 til 24 m/s, og í hvirlunum upp í 31,4 m/s.
Um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum er skrið, 17 til 20 m/s og í hvirlunum upp í 33,5 m/s.
Á Syðradali á Kalsoynni er eisini skrið, 17 til 20 m/s, í hvirlunum upp í 28,2 m/s, meðan tað í eystanfyri Norðskálatunnilin eisini er skrið, 17 til 20 m/s, og í hvirlunum upp í 27,4 m/s.
Í Klaksvík, á Velbastaðshálsi og í Hvalba er hvassur vindur, 14 til 17 m/s, og í hvirlunum upp í ávikavist 26,2 m/s, 25,3 m/s og 26,2 m/s.
Á Leiti á Viðareiðisvegnum er stívt andøvsgul, 8 til 11 m/s, men í hvirlunum upp í 25,8 m/s, meðan tað á Sandavágshálsi er andøvsgul, 5 til 8 m/s, men í hvirlunum heilt upp í 26,3 m/s.
Sambært belgingur.is fer hann at øtla vindin fram móti midnátt, tá hann væntar hvassan storm um meginpartin av landinum, men frá klokkan 03 fer hann at hæsa av aftur.
Myndina hevur Ingi Sørensen tikið.