32 landslið fara at kappast í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018, og í HM-endaspælinum í Katar í 2022, men verður tað upp til FIFA-forsetan, Gianni Infantino, so skulu heili 40 landslið kappast í HM-endaspælinum í 2026. Enn er ikki støða tikin til hvør verður vertur fyri HM-endaspælinum í 2026.
Gianni Infantino hevði tað í síni valskrá, tá hann bleiv valdur til FIFA-forseta í februar í ár. Millum tey, sum valdu hann til FIFA-forseta var føroyska fótbóltssambandið: - Mín ætlan er, at 40 lið skulu kappast í HM-endaspælinum í 2026, og hendir tað skal Afrika hava tvey av teimum átta liðunum, sum HM-endaspælið verður økt við, sigur Gianni Infantino. FIFA-forsetin staðfestir tó, at einki verður broytt til tvey tey komandi HM-endaspølini í Russlandi og í Katar.
Gianni Infantino hevur tó aðrar trupuleikar at hugsa um í hesum døgum enn eitt størri HM-endaspæl. Ákærur um mutur og fíggjarligan undandrátt eru uppi og venda. Um prógv verða funnin fyri, at Gianni Infantino hevur forbrotið seg, so verður hann suspenderaður í 90 dagar, meðan eitt kanningarlið kannar um nakað óregluligt ella ólógligt er farið fram.