40 hval løgdu beinini í Klaksvík

Um hálvgum áttatíðina komu grindaboð av Trøllanesi

Jens Jensen, sýslumaður, skrivar, at klokkan 0735 vóru grindaboð givin av Trøllanesi. Bólkurin var suðurgangandi.

 

Millum kl. 0950 og 1005 løgdu 40 hval beinini í Klaksvík. Heldur longri enn vit er von við.

 

Tá ið føstu partarnir vóru tiknir frá vóru 185 skinn eftir at bíta millum tey, ið luttóku í rakstri, drápi og aðrari upptøku. Drápspartarnir millum fólk á landi og á báti blivu tilsamans 147 partar.

 

Tað gevur 1,25 skinn í part.

 

Grindin varð fyri størsta partin skift í drápspartar, men býtt var eisini til fólkið í Kallsoynni tað vil siga á Trøllanesi, Mikladali, Húsum og Syðradali.

 

Seðlarnir komu út klokkan gott 1600 í dag.