Í minsta lagi 40 fólk doyðu, og meiri enn 60 vórðu særd, tá tveir sjálvmorðsbumbumenn sprongdu seg í luftina inni í einari almennari skrivstovu í útnyrðingspartinum av Pakistan í dag.
Løgreglustjórin á staðnum sigur við fjølmiðlarnar, at tað var bara ein lítil løta ímillum spreingingarnar.
Taliban-talsmaðurin í Pakistan, Omar Khalid, sigur, at tað var Taliban, sum skipaði fyri álopinum. Sambært talsmanninum var álopið ætlað sum hevnd, aftur fyri at pakistonsku myndugleikarnir hava gjørt at lata nakrar arabiskar uppreistrarmenn upp í hendurnar á amerikonskum myndugleikum.










