Seinasta samdøgur staðfesti Svøríki 40 nýggjar deyðstilburðir í samband við korona.
Sambært svenska smittuserfrøðinginum, Anders Tegnell, er hetta størsta tal av deyðum í eitt samdøgur síðan hin 10. juni í ár.
Aftonbladet skrivar, at tíverri er covid-19 smittan nú eisini komin inn á ellisheimini í Svøríki, og hetta hevur sínar avleiðingar við sær.
Tað hevur tíbetur verið lítil smitta á ellisheimum í Svøríki higartil, men nú kenna sviar tølini aftur frá í vár.
- Hetta er ein ávaringarlampa, sigur smittuserfrøðingurin, Anders Tegnell, við svenska Aftonbladet í dag.
Í Svøríki eru higartil 6122 fólk deyð av - ella við - korona, og hetta er eitt nógv størri tal enn eitt nú í Noregi og Danmark.
Seinasta samdøgnið eru staðfestir 4658 nýggir smittutilburðir í Svøríki, og samlaða talið av covid-19 smittaðum í landinum er nú komið upp á 171.365.