40 deyð av bumbum í Damaskus

Tey seinastu tíðindini úr sýriska høvuðsstaðnum Damaskus siga, at 40 fólk lótu lív í teimum báðum bumbuspreingingunum, sum vóru í býnum í morgun, ogsambært somu keldum hava meiri enn 170 fólk fingið skaða. Almenna sýriska sjónvarpið sigur, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

Tíðindastovurnar skriva, at bumburnar brustu uttan fyri ein bygning, sum fregnartænasturnar húsast í, og at fólk vóru júst á veg til arbeiðis har, tá bumburnar brustu. Nú hava trygdardeildir avbyrgt allan býarpartin, og ovastin hjá ST-eygleiðarunum, norski generalurin Robert Mood, hevur verið og kannað bumbustaðið.

Tað hava verið fleiri bumbuspreingingar í Damaskus teir seinastu mánaðirnar. Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av bumbunum í morgun.