Tað eru ikki bara fyrimunir við at bjóða almenna bygging út í fría kapping.
Tað staðfestir Landsverk í ársfrágreiðing síni, sum akkurát nú er liðug.
Í eini viðmerking til frágreiðingina staðfestir Oyvindur Brimnes, at hesi seinastu árini er Landsverk farin at bjóða fleiri og fleiri almennar verkætlanir út til privata arbeiðsmarknaðin at kappast um.
Úrslitið at hesum er, at í dag verða yvir 95% av øllum almennum arbeiðum, sum Landsverk stendur fyri, boðin út í almenna kapping.
Tað einasta, sum Landsverk ger sjálvur, eru smáarbeiði, sum eru so lítil, at tað er ikki ómakin vert at at gera útbjóðingartilfar.
Ein trupulleiki er, at í einum einum lítlum landi eru játtanirnar so lágar og óstøðugar ár um ár, at skal alt bjóðast út, kann tað hava við sær, at meginparturin av játtanini verður brúkt til útbjóðingartilfar.
- Men ein orsøk til, at Landsverk sjálvur ger ávís arbeiði, er fyri at varðveita førleikan á stovninum til at byggja, heldur enn at sleppa endanum heilt, sigur Oyvindur Brimnes.
Kostar nógv meiri
Hjá summum er tað ein turkatrúgv, at bara eitt arbeiðið verður bjóðað út í almenna kapping, verður tað av sær sjálvum nógv bíligari enn vissi Landsverk skuldi bygt sjálvur.
Endamálið hjá Landsverki við at bjóða út er eisini, at tá fæst altíð mest fyri pengarnar.
Men Oyvindur Brimnes ásannar, at tað eru verri enn so altíð ein fyrimunir at bjóða eina verkætlan út í fría kapping.
- Ein tann størsti trupulleikin er, at marknaðurin í Føroyum er lítil. Vandin fyri privatmonopolum, duopolum ella manglandi kapping er tískil serstakliga stórur í Føroyum.
Hann staðfestir, at viðhvørt førir hetta við sær, at ymsar verkætlanir eru blivnar nógvar ferðir dýrari, enn tær vórðu mettar at kosta
Hann sigur, at dømi eru um, at tað almenna hevur goldið eini 40% ov nógv fyri eina verkætlan av tí at hon varð bjóðað út.
Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum er eitt dømi um tað. Skúladepilin í Suðuroy er eitt annað dømi. Men sum heild vóru allar verkætlanir, sum vóru bjóðaðar út í teimum góðu tíðunum ov dýrar og summar vóru alt ov dýrar, sigur hann.
Tað førdi so aftur við sær, at ov lítið fekst fyri pengarnar, sum vórðu settir av á fíggjarlógini.
Hinvegin ger tað øvugta seg eisini galdandi, tá ið tíðirnar eru vánaligar. Tað er útbyggingin av flogvøllinum eitt gott dømi um.
Ikki í blindum
Oyvindur Brimnes mælir til at vit ikki í blindum fylgja sama leisti sum í størri londum, har heilt aðrar fortreytir gera seg galdandi.
Ístaðin mælir hann til, at vit velja loysnir, sum hóska seg best til tann føroyska veruleikan.
- Ismur og politikkur mugu ongantíð blíva ein trúarspurningur. Politiski myndugleikin eigur heldur at skapa brúkiligar karmar, sum arbeitt verður innanfyri við viti og skili, sigur Oyvindur Brimnes.