40 bilførarar kannaðir - men einki mál skrivað

Í nátt hevur løgreglan kannað umleið 40 bilførarar fyri møguliga rúsdrekka-ella narkokoyring, men her stóð eftir øllum at døma væl til.

Í nátt hevur løgreglan havt eitt málrættað átak at kanna, um bilførarar koyra ávirkaðir av rúsdrekka ella rúsevnum, og hugt hevur eisini verið eftir, um dekkini eru í lagi.

 

Løgreglan var norðanfyri, har tey steðgaðu umleið 20 bilum, og tey vóru í miðstaðarøkinum, har tey steðgaðu umleið sama tali av bilum.

 

- Men, her var einki at finnast at, og eingi mál vórðu skrivað í kanningunum í nátt, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Í Saltangará misti ein bilur nummarspjøldrini í nátt, tí eigarin ikki hevði síni viðurskifti í lagi. Í slíkum føri er talan oftast um ógoldið vektgjald, trygging ella vantandi sýn. 

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at tað annars hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt.