40 ár síðani Gággan spældi fyri seinastu ferð

Í mong harrans ár var Gággan gitni dansibólkurin í Føroyum og spældi trúliga til dans í Sjónleikarhúsinum. Tað sigst, at Gággan spældi fyrstu ferð til dans í brúdleypinum hjá Dennu og Kjartan Mohr í 1926. Men seinastu ferð spældi Gággan til dans í Sjónleikarhúsinum 29. oktober í 1976.

 

Sosialurin skrivaði soleiðis um hendan seinasta Gággudansin:

 

»Gággan spælir fyri seinastu ferð fríggjakvøldið

 

Hanna Lisberg takkar Gágguni fyri ógloymandi dansikvøld í Sjónleikarhúsinum í mong ár.

 

Nú hendir tað. Og nú er álvara í.

 

Fríggjakvøldið spælir Gággan fyri seinastu ferð til almennan dans í Sjónleikarhúsinum í Havn. Í hesum sambandi er avgjørt, at allir teir, sum hava spælt í Gágguni síðani byrjan, og sum enn eru á lívi, einaferð enn skulu sleppa at royna seg á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Og tað verður helst fyri seinstu ferð.

 

Tað var Trúgvi Restorff, sum hevur spælt trummur í Gágguni øll árini, ið boðaði frá hesum í Gággudansinum í Sjónleikarhúsinum sunnukvøldið.

 

Tað hendi, eftir at Hanna Lisberg var farin upp á pallin og hevði presenterað alla Gággumanningina fyri dansifólkinum.

 

600 fólk

– Tað munnu vera eini 5-600 fólk í Sjónleikarhúsinum í kvøld. Og so nógv fólk hava altíð savnast í Sjónleikarhúsinum til Gággudans sunnukvøld tey seinastu árini, segði Hanna Lisberg, sum takkaði Gággumanningini fyri ógloymandi dansikvøld í Sjónleikarhúsinum í mong ár.

 

– Eg havi biðið og bønað teir um ikki at halda uppat, men tað hevur ikki heilt eydnast, segði Hanna Lisberg, sum vónaði, at tað fer at eydnast at finna onnur høli hjá Gággupublikum at savnast í í framtíðini. Hanna Lisberg fekk stóra undirtøku frá hinum dansifólkunum, tá hon heitti á tey um at rópa eitt trífalt hurrá fyri Gágguni sum tøkk fyri ógloymandi tíð.«

 

Úr Sosialinum 27. oktober 1976

 

Eisini 14. September skrivaði um seinasta Gággudansin:

 

»Seinasti Goggudansur:

 

1400 vóru í Goggudansi fríggjakvøldið

 

Á myndini omanfyri síggja vit Gogguna, sum hon var skipað fríggjakvøldið, tá hon fyri seinastu ferð spældi fyri dansiglaðum havnarfólki og øðrum. Goggan er nú givin við at spæla og hon »fekk eina róligan deyða«, segði Trygve Restorff, tá vit tosaðu viðhann í gjárkvøldið.

 

Vit spurdu eisini Trygva, sum tað eitur Goggan ella Gággan:

 

– Ja, á stemplinum, sum vit brúka á kvittanum stendur Goggan, men um tað er rætt, veit eg ikki. Tit kunnu brúka navnið tit vilja.

 

Eftir orðabókini er gágga tann rættari formurin, men Goggan eitur Goggano hevur altíð itið so.

 

Annars læt Trygve væl at dansinum fríggjakvøldið. Goggurnar høvdu eina veitslu áðrenn teir byrjaðu at spæla fyri seinastu ferð.

 

– Vit vilja takka llum, bæði ungum og gomlum, sum so trúføst hava fylgt okkum gjøgnum árini, segði Trygve Restorff, trummusláari í Gogguni«