11. mai í 1974 skipaði Landsfelag Føroyska Froskmanna fyri kappsvimjing um Nólsoyarfjørð.
Av tí at líkindini ikki vóru av teimum bestu hendan dagin, vóru bert seks luttakarar, skrivaði Sosialurin.
Byrjað varð úti í Nólsoy, og svomið varð inn til Molan á Eystaru Bryggju í Havn.
Vinnari av kappingini varð Birgir Enni úr Suðuroyar Froskmannafelag. Hann brúkti 1 tíma og 25 min. og 15 sek. um teinin, og var tað nýtt met.
Nr. 2 varð Hermann Eysturoy úr Tórshavnar Froskmannafelag, nr. 3 varð Jonhard Hansen úr Eysturoyar Froskmannafelag, nr. 4 varð Knud Bjørk úr Tórshavnar Froskmannafelag, nr. 5 var Harald Petersen úr Eysturoyar Froskmannafelag, og nr. 6 varð Leif Aalykke úr VF.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1974