40 ár síðan Jona og Karin fingu fastan tingsess

Í dag eru 40 ár síðani fyrstu kvinnurnar vórðu valdar á ting. Tað var á løgtingsvalinum 7. november í 1978, at tær báðar, Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting. Báðar í Suðurstreymoyar valdømi.

Í dag eru 40 ár síðani fyrstu kvinnurnar vórðu valdar á ting. Tað var á løgtingsvalinum 7. november í 1978, at tær báðar, Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting. Báðar í Suðurstreymoyar valdømi.

 

Jóna Henriksen sat tó á tingi áðrenn valið í 1978. Tí tá landsstýrið varð skipað í 1975 eftir løgtingsvalið 7. november í 1974, kom Jona Henriksen á ting sum varafólk. 20. mars í 1975 samtykti Løgtingið, at hon kundi taka sætið fyri Jákup Lindenskov, sum var landsstýrismaður, og sum tí legði løgtingssessin frá sær. Hon er fyrsta kvinna, sum hevur havt fast sæti á løgtingi.

 

Tvær ferðir áður høvdu kvinnur verið á tingi. Malla Samuelsen var í nakrar dagar varafólk fyri Marius Johannesen úr Sjálvstýrisflokkinum, og Karin Kjølbro var nakrar dagar í 1970 á tingi sum varafólk fyri Erlend Patursson.

 

Hóast kvinnur í Føroyum fyrstu ferð sluppu á løgtingsval í 1918, so skuldu ganga 60 ár til føroyingar valdu fyrstu kvinnurnar á ting.

 

Tað var á løgtingsvalinum 24. apríl í 1918 sluppu kvinnur á fyrsta sinni at velja í Føroyum. Tá vóru bara tveir flokkar í Føroyum, Sambandsflokurin og Sjálvstýrisflokkurin. Síðani floksbýtið á tingi í 1906 hevði Sambandsflokkurin altíð verið størstur, hóast onkuntíð stóð á jøvnum. Men á fyrsta valinum, tá kvinnurnar fingu valrætt, var Sjálvstýrisflokkurin tann størsti. Tá vórðu valdir 11 sjálvstýrismenn á ting og níggu sambandsmenn. Hetta er fyrstu og einastu ferð, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið størsti flokkur á tingi og einastu ferð, at hann hevur havt reinan meiriluta á tingi.