VINNA
Á Fiskamarknaði Føroya, ið tekur sær av sølu av fiski, sum fer um uppboðssølu, eru eini seks fulltíðarstørv, og á Landingarmiðstøð Føroya, sum tekur sær av landing og øðrum tænastum til skip og bátar við eitt nú kassum, kørum og agni, arbeiða eini 30-40 fólk, tá landing er, og fiskur skal skiljast og pakkast.
Tilsamans arbeiða eini 40-50 fólk á FMF og LMF, tá mest er at gera.
Í byrjanini og nøkur ár fram var hetta ein fyritøka, men fyri nøkrum árum síðan vórðu fyritøkurnar skildar sundur, soleiðis at hetta eru tvey feløg við hvør sínum rakstrargrundarlagi.
Kristian Fríðrik Olsen er stjóri á Landingarmiðstøð Føroya, sum eisini hevur virksemi aðrastaðni enn á Toftum, og Jens Christian Olsen er stjóri á Fiskamarknaði Føroya.
Kaffi og wienarbreyð
Tá Sosialurin var á gátt á LMF og FMF í gjáramorgunin, fingu vit gott kaffi og wienarbreyð, sum Harry Benjaminsen syrgdi fyri.
Á stuttu vitjanini heilsaðu vit eisini upp á báðar stjórarnar, Jens Christian Olsen (FMF) og Kristian Fríðrik Olsen (LMF) umframt landingarformannin, Niclas Davidsen.
Harry Benjaminsen, sum hevur fingurin á pulsinum og veit, hvat rørist við bryggjukantin, segði, at umframt vanligu uppgávurnar hjá Landingarmiðstøð Føroya, er eisini vanligt, at fólk hjá LMF pakka fisk fyri útflytarar.
- Skiljing og pakking taka eisini sína tíð, og tí er tað ikki altíð so, at nógv fólk ganga heima, tó at eingin landing er, sigur hann.
Útróðrarfiskur
Tá Sosialurin hevði Harry Benjaminsen í telefonini aftur í morgun, visti hann at siga, at eini 30.000 pund av útróðrarfiski komu upp á land á Toftum í gjárkvøldið.
- Hetta er bæði línu-og snellufiskur, og onkur bátur við snellu hevði upp í 1100 pund, leggur hann aftrat.
Harry Benjaminsen segði í morgun, at línuskipið Vesturhavið væntandi kemur inn at landa í morgin.