40.000 sigarettir í viðførisrúmi

Tað var ein bilførari úr Sýria, sum varð avdúkaður í einari roynd at smugla sigarettir og tubbak til Noregs.

 

 

Løgregla og tollarar í Noregi hava lagt hald á 40.000 sigarettir og 21 kilo av tubbaki, sum vóru í einum bili, ið kom til Noregs.

Løgreglan sigur við VG, at bilførarin, sum er úr Sýria, koyrdi í einum privatbili, tá hann varð steðgaður og bilurin kannaður.

Tollararnir fingu hjálp frá løgregluni til at steðga bilføraranum, sum tey høvdu illgruna um royndi at smugla sigarettir til Noregs.

Tað var ein løgreglupatrulja, sum steðgaði bilinum í Støren, og kanningarnar hjá tollarunum vístu, at her vóru bæði nógvar sigarettir og tubbak.