40.000 á Pætursplássinum

Í dag er pálmasunnudagur, og umleið 40.000 fólk vóru á Pætursplássinum í Vatikaninum í Rom. Saman við kardinalum, biskupum og prestum lurtaðu tey eftir Benedikt páva, sum helt messu í sambandi við, at páskahátíðin stendur fyri durum.

Í prædikuni legði pávin, sum fylti 84 ár í gjár, dent á viðurskiftini millum menniskjað og Guð.

Pálmasunnudagur er byrjanin til páskahátíðina og er til minnis um Jesu komu til Jerusalem.