40.000 krónur endaðu á Nesi

Í aðru royndini eydnaðist tað fjarritara at hála 40.000 skattafríar krónur heim til ommuna á Nesi. - Hetta er deiliga væl í kvøld, segði fjarritarin.

 

Tað var Jónfríð Johannessen, sum ringdi inn, tá dragast skuldi um høvuðsvinningin á 500.000 krónur í Gekka-spælinum í kvøld. Hon ringdi fyri ommu sína, Fíu Johannessen, á Nesi, sum hevði fingið fulla plátu.

Fía Johannessen valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 200.000 krónum í hvørjum leypi.

Verturin, Magnus Magnussen, segði, at í spælinum í kvøld kundi upphæddin, sum hon fyrstu ferð kom á - um hon ikki kom á ein leyp - faldast við trý og ikki við fimm, sum annars hevur verið vanligt í nógvum spølum.

Í øðrum drátti kundi upphæddin faldast við tvey - og ikki við trý, sum eisini hevur verið vanligt í nógvum spølum. Tískil kunnu vit ikki siga, at Gekkurin enn er komin í jólahýri. Tað er heldur hinvegin - at hann kanska er vorðin eitt sindur pírin.

Og tó.

Í Gekka-spælinum í kvøld var eisini høvi at vinna tveir eykavinningar á 5.000 krónur frá matvøruhandli, og hetta vigar so eitt sindur upp við, at faldingin í sjálvum dráttinum um høvuðsvinningin fyrstu ferð var trý - og í øðrum umfari tvey.

Í fyrsta drátti í kvøld steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið Fíu Johannessen 37.500 krónur. Men, hon valdi at royna einaferð aftrat. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið henni 40.000 krónur.

Her valdi hon at steðga.

- Eg haldi, vit velja at steðga. Hetta er deiliga væl í kvøld, helt fjarritarin, Jónfríð Johannessen, fyri og takkaði vegna ommuna, Fíu Johannessen, fyri góða vinningin.

##med2##