40.000 harta Breivik

Um alt Noreg eru fólk savnað fyri at senda ein greiðan boðskap til hópdrápsmannin, Anders Behring Breivik.

Løgreglan í Oslo metir, at 40.000 fólk í morgun eru møtt á Youngstorget at syngja »Barn av regnbuen« saman við Lillebjørn Nilsen. Tey flestu høvdu rósur við sær, og fleiri høvdu skrivað tekstin til fólkakæra sangin út.

Síðani legði fólkamongdin leiðina móti Oslo Tinghus og síðani til Tingretten. Fólk sungu at allari makt, og á vegnum stóðu eisini professionell kór.

Tað skrivar vg.no

Stemningurin var tignarligur og fleiri grótu. Um 12-tíðina endaði tiltakið, og korter seinni koyrdi ferðslan aftur sum vanligt.