Tríggjar ferðir í trý samdøgur varð hin 22 ára gamli tikin, tí hann breyt sítt sóttarhald. Nú er maðurin handtikin og skuldsettur fyri brot á smittuverjulógina.
Maðurin hevði fingið álagt sóttarhald í 14 dagar, eftr at hann var komin úr Svøríki til Noregs hin 25. mars. Men, hann breyt sóttarhaldið tríggjar nætur í slag.
- Nú hevur hann fingið eitt sektaruppskot á 40.000 krónur. Um maðurin ikki góðtekur bótina endar hann í rættinum, sigur løgfrøðingur hjá norsku løgregluni, Gina Salvesen.
Hin 22 ára gamli breyt sóttarhaldið náttina til leygardagin, náttina til sunnudagin og náttina til mánadagin, sigur norska løgreglan við VG.