4 vikur afturat


Tveir menn, sum hava sitið í varðhaldinum síðan 16. januar, tá teir vórðu tiknir í stóra átakinum móti narkotika, fingu báðir varðhaldsfongslingina longda í fýra vikur afturat.
Menninir, ið eru 27 og 35 ára gamlir, eru báðir skuldsettir eftir revsilógini um at hava smuglað og selt stórar mongdir av rúsandi evnum við vinningi fyri eygað.
Tann 27 ára gamli skal sita avbyrgdur í tvær vikur av teimum fýra, meðan tann 35 ára gamli skal sita avbyrgdur allar fýra vikurnar. Hetta fyri at teir ikki skulu hava møguleika at ávirka kanningararbeiðið hjá løgregluni.
Tveir aðrir menn, sum eisini vórðu handtiknir 16. januar, gingu við til, at varðhaldsfongslingin varð longd uttan rættarfund. Teir koma væntandi fyri rættin í komandi viku, og í fleiri skuldsetingum hava teir játtað seg sekar.
Tríggir aðrir menn sita eisini handan rimar, og teir eru skuldsettir fyri smugling og sølu av rúsevnum. Tilsamans sita sostatt sjey persónar varðhaldsfongslaðir í stóra narkomálinum.
Fýra vórðu leyslatnir eftir at hava sitið í varðhaldinum í 24 tímar tann 17. januar. Teir eru tó framvegis skuldsettir, og málini móti teimum verða væntandi tikin upp í næstum.