4. umfar flutt til 28. apríl

Vegna vánaliga veðurforsøgn og broytta vegleiðing um sóttarhald hjá landsliðsspælarunum, verður 4. umfar í Betri Deildini hjá monnum flutt til mikudagin 28. apríl

Veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis verður sjálvandi aftur hesaferð. Eftir ætlan skuldu tríggir dystir í 4. umfari í Betri Deildini hjá monnum verða spældir 2. páskadag, mánadagin 5. apríl, og tveir mikudagin 7. apríl, skrivar Fótbóltssambandið í dag.

Men vegna vánaliga veðurforsøgn og broytta vegleiðing um sóttarhald fyri landsliðsspælararnar, hevur kappingarnevndin avgjørt at flyta allar dystirnar í 4. umfari til mikudagin 28. apríl.

Dystirnir, ið talan er um, eru hesir: KÍ – HB, B68 – ÍF, TB – B36, 07 Vestur – EB/Streymur og NSÍ – Víkingur.

Sostatt verður fremsta deildin hjá monnum sparkað í gongd aftur sunnudagin 11. apríl, og tá verður spælt soleiðis: B68 – TB, KÍ – EB/Streymur, ÍF – NSÍ, B36 – Víkingur og HB – 07 Vestur.