4% til sokallaðu hørðu virðini - 74% til tey bleytu

Undirskriftarsavningin hjá sjálvstýrisflokkinum sigur ikki sannleikan, men manipulerar føroyska borgaran

Seinastu tíðina hevur sonn øsing tikið seg upp við pástandi um, at allur peningur fer til “hørð” virði sum vegir og tunlar, meðan “bleytu” virðini eru skúgvað til viks av politikarum, eitt nú almanna- og heilsuøkið, útbúgving, gransking og mentan.

 

Lat meg sláa fast, at hetta er at lúgva fyri okkara borgarum! Enntá verður logið móti betri vitan, tí tølini eru lætt framat komilig.

 

Próvfast er, at bert 4% av fíggjarlógini – og minni kann tað ikki vera - fara til landsvegagerð, tað er: tunlar, viðlíkahald og nýgerð. Hetta ger, at trygdin á vegunum hækkar, færri doyggja í ferðsluni, og vit fáa útbygt okkara land í einum hóskandi ferðslukervi.

 

Hinvegin fara heili 74% ella 3,1 milliardir krónur til útbúgving, gransking og mentan, heilsu- og almannamál – tey sokallaðu bleytu virðini.

 

Eitt av umboðum Sjálvstýrisfloksins hevur savnað undirskriftir, summar kanska ivasamar, at mótmæla avgerð hjá demokratiskum valdum parlamenti og hevur brúkt somu reingjandi uppáhald, at allur peningur fer til at bora hol, betong og asfalt.

 

Hvat er hetta fyri nakað?

 

Væl útbygt samfelag

Fólkaflokkurin er av teirri áskoðan, at vandamikið er, at vit bert lata samfelagsrakst-urin hækka. Tað tykjast hinir flokkarnir leggja líka í. Men minnist til, at hetta ger, at sterkari krøv verða sett til skatta- og avgjaldsøkingar fyri einstaka borgaran.

 

Fólkaflokkurin vil, at íløgur til føst sambond skulu fermjast í staðin fyri ferjur, sum verja fyri ein hækkandi rakstur, økja um títt- og lættleika, stytta bíðitíðir og ger tað nógv lættari og bíligari bæði hjá ferðandi fólki, fiskivinnuni og vinnuni annars.

 

Sjálvur haldi eg tað vera ólátað orðaval t.d. at siga: “Vælferð ístaðin fyri undirsjóvartunnil”. Hetta er bæði bíligt, ótespuligt og sjálvsøki.

 

Við hesum tølum, at tað bert fara 4% av fíggjarlógini til tunlar, betong og asfalt, ynski eg at føroyingurin eisini leggur sær í geyma, at heili 74% fara til bleytu virðini so sum almanna- og heilsuverkið, útbúgving, gransking og mentan annars.

 

Tann sum billar sínum veljara annað inn enn hetta, er í álvarsomum trúðvirðis-

trupulleikum.

 

Tú gert rætt í at velja Fólkaflokkin og eg bjóði meg fram!