4 ára skiftistíðin byrjar 1. januar


 

Jan Johannesen


Men enn kanst tú vera við til at steðga loysingarætlanini hjá landsstýrissamgonguni. Lat landsstýri fáa ein forsmakk 20. november uppá komandi løgtingsval! So kunnu teir beinanvegin byrja at pakka kuffertini úti í Tinganesi!

Skilkonan Helena Dam á Neystabø sigur við Internet-Sosialin, at Sjálvstýrisflokkurin hevur bjarga skiftistíðini og sitat: »Hevði ikki so verið, varð skiftistíðin bara fýra ár, sum hevði verið til skaða fyri føroyingar, segði hon. Tá hevði livifóturin lækkað munandi.«

Helena misskilur skiftistíðina

Men her mistekur Helena seg dyggiliga. Ætlanin hjá landsstýrinum um ?eina miðvísa fullveldisætlan,? sum var samtykt í løgtinginum tann 20. apríl í ár, fær hesi orð frá forsætisráðharranum: »Det er fortsat regeringens helt principielle opfattelse, at der er en sammenhæng mellem ansvar og økonomi, og det er således regeringens holdning, at statens tilskud til Færøerne må aftrappes over en 4-årig periode under forudsætning af, at Lagtingets beslutning står ved magt de kommende år.« Hesi orð fullu 9. mai í samband við orðaskifti um Føroyar í Fólkatinginum.

Og seinni í somu røðu, sigur hann: »Vi kan ikke først indgå en 3-årig aftale om bloktilskuddet og så efterfølgende lægge en 4-årig aftale oveni. Hvis suverenitetsplanen som indeholdt i landsstyrets beslutningsforslag står ved magt de kommende år, er det 4 år i alt, der er tale om. Derfor finder regeringen det rigtigst, at de kommende bloktilskudsforhandlinger alene kommer til at omfatte ét år, nemlig år 2002.«

Umráðandi, at andstøðan vinnur

Hetta er greið tala. 4 ára skiftistíðin byrjar 1. januar, og kann bert broytast, um so er, at løgtingssamtyktin frá 20. apríl verður broytt. Tí er umráðandi, at andstøðan vinnur komandi løgtingsval. Varðveitur samgongan hinvegin meirilutan, so heldur 4 ára skiftistíðin fram í 2003 og blokkstuðulin er forsvunnin 1. januar ár 2006.

Samgongan skal ikki vænta sær ein øðrvísi politikk frá einari møguligari borgarligari stjórn, tí ein stórur meiriluti á fólkatingi tók undir við forsætisráðharranum.

Aftaná eina veljarakanning, sum greitt boðaði frá, at veljarin ikki tók undir við fullveldisætlanini, valdi løgmaður at avlýsa fólkaatkvøðuna, tí hann ræddist fólksins vilja. Hevði løgmaður slept ætlanini, so hevði hann lurta eftir føroyska fólkinum. Men hann valdi at feia demokratiska viljan inn undir gólvteppi.

Álvarsamasta fólkatingsval síðani 1948

Føroyski veljarin noyðist at taka støðu til landsstýrisætlanina. Teir veljarar, sum vilja varðveita rættindini í ríkisfelagsskapinum, kunnu á fólkatingsvalinum 20. november geva landsstýrinum ein forsmakk uppá løgtingsvali. Og teir veljarar, sum ikki vilja loysa við 4 ára skiftistíð, kunnu gera tað sama. So munnu flytibilarnir fara at vera skjótir uttanfyri dyrnar í Tinganesi.

Sambandsflokkurin bjóðar seg enn einaferð fram sum ein flokkur, sum vil styrkja um ríkisfelagsskapin. Ein borgaravinarligur flokkur, sum vil arbeiða fyri góðum umstøðum hjá tí einstaka føroyinginum. Ein flokkur, sum vil virka fyri einari nýggjari, rúmligari og tryggari loysn innanfyri ríkisfelagsskapin. Valið er títt!


Email: jan.joh@12mail.dk