4 ára gamla smágentan, sum varð burtur á einum torgi í Malmø nýggjársnátt er væntandi á veg til Irak. Maryam Ali Abdulhadi, sum gentan eitur, stóð og hugdi at fýrverki saman við mostur síni, tá hon bleiv burtur.
Løgreglan í Malmø hevur síðani leita eftir gentuni, og váttar nú, at Maryam er á veg til Irak. Pápin býr í Irak. Mamman Wafaa hevur tosað við gentuna, ið hevur tað gott men tykist forvirrað av tí sum er hent. Sambært svenska blaðnum Expressen letur pápin heilsa, at mamman er vælkomin til Irak, um hon nakrantíð skal síggja dóttrina aftur.