Nú meðan hesi orð verða skrivað vita vit, at vatn rennur inn í maskinrúmið á Norrønu, tí hol er undir vatnganginum. Fleiri bilar frá Sløkkiliðnum í Havn eru á staðnum. Vit síggja, at ein 20 metra long bugla er á bakborðsbógvi beint omanvert vatngangin og at eitt fýra metra langt hol er á bógnum.
Holið undir vantganginum er umleið miðskips í bakborðssíðu.
Vatn er komið inn í maskinrúmið, og Norrøna hevur tí ikki fulla maskinorku. Sleiparar royna at fáa skipið lagt at bryggjuni á Viðarnesi.
Ritan hevur tikið tey 25 ferðafólkini, sum við vóru og tey eru komin á land á Burstatanga í øllum góðum.
Vit á Sosialinum vóru eygnavitni til tilburðin. Vit sóu, at Norrøna kom skeiv inn um molan, og at hon stevndi móti Viðarnesi. Tað var týðuligt, at hon sigldi á, og at bakborðsbógvur tók. Síðani varð roynt at bakka, men tá tók bakborðssíða í grótkastið.
Ætlandi skuldi Norrøna hóskvøldið á promotion-ferð á nýggju leiðina millum Bergen og Hanstholm, men spurningurin er so, hvussu verður við hesum.










