Ein 29 ára gamal maður varð týsdagin dømdur 4 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti.
Maðurin varð ákærdur fyri at hava 20 ecstacy pillarar og 20 gramm av amfetamini til egið brúk og til víðari sølu. Maðurin viðgekk seg sekan í hesum ákærum. Maðurin, ið er úr Havn, tók við dóminum. Ákæruvaldið kærdi heldur ikki dómin.
Harumframt er hald lagt á 3.000 krónur, sum rætturin metir, at maðurin hevur forvunnið av rúsevnasølu. Maðurin varð tikin hósdagin av løgregluni, men hann hevur ikki sitið varðhaldsfongslaður hesar dagarnar áðrenn rættarmálið, sum var fyri opnum hurðum.
Ákæruvaldið kravdi ikki, at maðurin skal inn at sita beinanvegin, og tí verður hann innkallaður, tá hann skal sita dómin.
Hetta er fyrstu ferð, at nakar verður dømdur fyri ecstacy í Føroyum.










