?4? hita upp fyri Bryan Adams

Fløguaktuellu ?4? við Marner á Lofti, Jákup Zachariasen, Gunnar Justinussen og Petur H. Jacobsen, skulu hita upp til konsertina við Bryan Adams á Tórsvølli 4. juni Í farnu viku gav ?4? út fløguna ?Her Er Løtan? ? og hon hevur fingið góða undirtøku.

Enn hevur bólkurin ikki havt nakra live-framførslu, men tann fyrsta av slagnum verður so mikudagin 4. juni á Tórsvølli.