4 fyrrverandi HB´arar leingja við AB

Tróndur Sigurðsson, Yohan Borðoy, Ingvard Vang og Thomas Juel S. Thomsen, sum komu út í Vika á Argjum at royna seg í fjør, hava allir longt við AB, sum hetta kappingarárið fer at stríðast fyri at vinna seg aftur í ta bestu fótbóltsdeildina.

 

Tróndur Sigurðsson var toppskjútti hjá AB, tá liðið vann seg upp í bestu deildina, kappingarárið í 2008.

 

Andrass Drangastein formaður í AB váttar yvirfyri Sportalinum, at Tróndur Sigurðsson, Yohan Borðoy, Thomas Juel S. Thomsen og Ingvard Vang allir hava skrivað undir ein eitt ára sáttmála við felagið.

 

Tróndur Sigurðsson, Yohan Borðoy, Ingvard Vang og Tummas Juul Askham Thomsen hava allir havt sína fótbóltsuppaling í HB.

 

Tróndur Sigurðsson, Yohan Borðoy og Ingvard Vang vunnu gull í øllum teimum yngru deildunum hjá HB, frá smápiltadeildini, og upp til unglingadeildina.

 

Í tí árganginum vóru eisini m.a. Ólavur í Ólavsstovu, Dánjal Davidsen, Pætur Jørgensen og Christian Restorff Mouritsen.