4 fyrrverandi FM vinnarar bjóða meistaranum av

Í dag verður farið undir FM kappingina í talvi fyri einstaklingar, sum hesaferð er í skúlanum við Løgmannabreyt

Í dag verður sjøtul settur á FM kappingina í talvi fyri einstaklingar. Hesaferð er Havnar Telvingarfelag vertur, og tað verður telvað í skúlanum við Løgmannabreyt, har fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 15 ídag. Telvað verður hvønn dag næstu vikuna. Tvey umfør vera mikudagin, og níggjunda og síðsta umfar verður næsta leygardag – páskaaftan – klokkan 11.

Tað er 17 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági, sum skal verja FM heitið, ið hann sum yngsti meistarin nakrantíð vann í Klaksvík fyri einum ári síðani. Fýra fyrrverandi FM vinnarar eru millum avbjóðararnar. Teir eru Rógvi Egilstoft Nielsen, Eyðun Nolsøe og Hans Kristian Simonsen, sum allir hava vunnið FM einaferð og Martin Poulsen, sum hevur verið meistari fýra ferðir.

Í almenna bólkinum eru fjúrtan luttakarar, í unglingabólkinum eru trettan luttakarar, og í veteranbólkinum eru tíggju luttakarar.

Luttakararnir í landsliðsbólkinum eru hesir:

1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2311

2. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2276

3. Martin Poulsen, HT 2218

4. Ólavur Simonsen, KTF 2174

5. Eyðun Nolsøe, KTF 2164

6. Hans Kristian Simonsen, KT 2066

7. Finnbjørn Vang, KTF

8. Herluf Hansen, HT 1992

9. Heiðrikur T. Jacobsen, HT 1851

10. Andrias Danielsen, TT 1745

 

Í fyrsta umfari er skráin henda:

Eyðun Nolsøe - Høgni Egilstoft Nielsen

Finnbjørn Vang - Hans Kristian Simonsen

Andrias Danielsen - Ólavur Simonsen

Rógvi Egilstoft Nielsen - Herluf Hansen

Heiðrikur T. Jacobsen - Martin Poulsen