4. dómarin hoyrdi skeivt

Dómarin, Bjarki Danielsen, greiðir frá hvat hendi móti dystarenda í Gundadali

Tað kom illa við hjá Heðini Askham og EB/Streymi, at dómarin bríkslaði dystin av fyri tíð, tá HB vann 1-0 á sundalagsmonnum. Fjórði dómarin hevði víst, at tríggir minuttir skuldu leggjast afturat, men hóast skaðasteðg í yvirtíðini, so bleiv dysturin bríkslaður av eftir tveir minuttir og 50 sekund av yvirtíð, sum also er styttri enn fjórði dómarin vísti.

 

Eftir dystin vísti Heðin Askham á støðuna, og undraðist at dysturin bleiv bríkslaður av fyri tíð, meðan EB/Streymur legði trýst á fyri at fáa eitt mál. Hetta hevur elvt til eitt sindur av kjaki, men nú hevur dómarin, Bjarki Danielsen, greitt frá støðuni á Facebook kjaksíðuni, Føroyskt fótbóltskjak.

 

- Fjórði dómarin hoyrdi skeivt í samtaluheadsettinum, tá ið tíð bleiv lagt afturat. Eg segði tveir minuttir, og hann hoyrir tríggjar minuttir. Eg leggi ein minutt afturat, tá ið liðskiparin (Brynjar Hlöðversson hjá HB, blaðm) fekk hjálp fyri skaða. Eg skilji væl tykkara ónøgd. Har kom eg í óneyðugt ringt ljós, skrivar Bjarki Danielsen.

 

HB vann dystin 1-0 við máli, sum Jógvan Skeel Nolsøe skoraði tíðliga í seinna hálvleiki. Eftir 11. umfør liggur HB á odda við 28 stigum.