Tá tað snýr seg um dagarnar, tey hava verið í okkara sjóøki, hava útlendsk fiskifør úr íalt 9 londum, er talan um íalt 4.616 fiskidagar. Av hesum døgum hava tey russisku verið her longst, - íalt í 1.918 dagar.
Tað eru kortini tey íslendsku skipini, sum hava veitt mest hetta tíðarskeiðið. Síðani ársbyrjan hava tey veit 166.000 tons, av hesum vóru góð 162.000 tons svartkjaftur. Saman við teim russisku skipunum eru tað hesi bæði londini, ið eiga bróðurpartin av svartkjaftaveiðuni higartil í ár.
Í mun til undanfarin tíðarskeið so hava eingi skip úr Írlandi, Portugal, Estlandi og Japan veitt nakað í okkara sjóøki.
Annars kann nevnast, at í ár hava tey útlendsku fiskiskipini ikki veitt ein einasta stert av rossamakreli ella prikkafiski, og heldur ikki er nakað kilo av brugdulivur fingið til vega.