4,5 tons tikin upp av sjónum

Minni olja lekur úr Olshanu nú, og í morgin skal vrakið avmyndast. 4,5 tons av olju, sum er likin úr russiska trolaranum, Olshana, eru nú tikin upp, hóast tað vánaliga veðrið hevur tarnað uppruddingararbeiðinum. Samstundis er staðfest, at tey dálkaðu økini eru tey somu, men at minni olja er at síggja nú.

Kanningar hjá Tjaldrinum í morgun vístu, at minni olja kemur upp úr Olshana nú enn í gjár. Í morgin er ætlanin at taka myndir av vrakinum.

Mett verður, at í mesta lagi 30 tons av gassolju og níggju tons av smyrjiolju komu úr skipinum, tá tað rendi á Flesjarnar hóskvøldið og sakk fríggjamorgunin.