Tað er stórt virksemi í Eysturoy, og tað sæst aftur í skattainntøkunum. Tað eru seks kommunur umframt Sunda kommunu, sum eisini fevnir um bygdir í Streymoy í Eysturoy, og í fimm teirra hevur skattainntøkan verið størri fyrra hálvár í ár, enn hon var tað í fjør.
Einasta undantakið er Eystur kommuna, har afturgongdin hevur verið 2,49 prosent. Í krónum er afturgongdin 733 túsund krónur ella ein størri upphædd, enn afturgongdin í nakrari aðrari kommunu. Í fjør átti Eystur kommuna størsta vøksturin av øllum kommununum í Eysturoy. Tá var meirinntøkan sammett við 2010 2,55 milliónir krónur. At inntøkurnar eru óstøðugar kemur ivaleyst av, at tað eru lutfalsliga nógvir skattaborgarar við høgum inntøkum, sum eru sjómenn, og hjá teimum kann tað vera eitt sindur ymiskt, nær hýrurnar verða rindaðar.
Í teimum trimum kommununum kring Skálafjørðin Sjóar, Runavíkar og Nes var samantaldi vøksturin fyrra hálvár í ár sammett við í fjør 4,23 milliónir krónur. Í Fuglafirði var vøksturin 929 túsund krónur, og á Eiði var hann 182 túsund krónur.