Klæmint Matras, B36-liðskipari, var ikki nøgdur um úrslitið av dystinum í Gundadali.
0-0 á heimavølli er ikki nóg gott. Eg veit ikki hví, men fyri steðgin fáa vit tó ongan tíð glið á spælið, og tað er sjálvandi okkara egna skuld. Eftir steðgin skifta vit til 4-4-2, og tað hjálpir. Vit skapa eisini nakrar fínar møguleikar, men vit megna tó ikki at umseta hesar til mál, og tað kann kosta í seinasta enda, helt hann.